Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin (Savnsmynd)
Tað er í kvøld at árliga Klaksvíkskappingin verður skotin í gongd. Tveir dystir eru á skránni við Djúpumýru. Talan er um hálvfinalurnar í Klaksvíkskappingini.
KÍ tekur móti 07 Vestur nú seinnapartin klokkan 17.30, og klokkan 19.30 í kvøld spæla Víkingur og B36 hina hálvfinaluna. Finalan og dysturin um 3. plássið eru á skránni leygardagin 18. februar.
Liðini sum endaðu millum tey 4 bestu í fjør luttaka, undantikið HB, sum hevur hevur givið avboð, og ístaðin er 07 Vestur við hesuferð.
Fyrr í ár var tað frammi, at ljósviðurskiftini við Djúpumýru ikki vóru nóg góð. Tað kom serliga fram eftir ein venjingardyst millum KÍ og NSÍ fyrr í ár. Men formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, sigur við Eysturoyarportalin, at arbeitt verður í dag við at fáa umvælt ljósini, so tað verður klárt at spæla seinni í kvøld.
