Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.08.2024 14:02

Arbeiða at gera gøtu frá sandinum út á Støð (Myndir)

Mynd: Eysturoyarportalurin

Arbeiðið við at knýta miðstaðarøkið í Syðrugøtu, har sum sandurin er, saman við neystaøkinum úti á Støð (har kajøkið liggur) fór í gongd í mai í ár.

Í 2022 setti Eysturkommuna 3 mió. av til hetta arbeiðið. Teknistovan í Gøtu hevur tekna uppskotið.

Eysturoyarportalurin fór í dag framvið at fregnast hvussu arbeiðið hevur gingið. Tað er Sp/f Stoyp, sum stendur fyri arbeiðinum.

Veðrið hevur arga nakað verður sagt, men annars hevur tað gingið á einari leið sum vænta var frammanundan.

Vónirnar eru, at arbeiðið er liðugt einaferð í heyst.

Myndir: Eysturoyarportalurin