Mynd: Annika Olsen
Tað hevur ljóða í krókunum eina tíð. Og í kvøld er tað so veruleiki. Annika Olsen, sum áður hevur verið limur í Fólkaflokkinum, er í kvøld á uppstillingarlistanum hjá Tjóðveldi til komandi løgtingsval.
Á Facebook-vanga sínum skrivar Annika soleiðis í kvøld:
“Nógvar virðispolitiskar rembingar hava verið á politiska víðvøllinum í seinastuni, og tílíkar rembingar eru sum oftast harðar og keðiligar, men tá endamálið er at gera Føroyar til eitt betur samfelag fyri øll, kunnu hesar rembingar tó geva meining.
Politikkur hevur verið og er alt mítt liv og við mínum royndum sum løgtingskvinna, tvær reisur landsstýriskvinna og borgarstjóri í høvuðsstaðnum er eldhugurin framvegis har at vera við til saman við øðrum góðum kreftum at gera hetta landið til eitt enn betur stað at virka og liva í.
À uppstillingarfundi í dag hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag varð avgjørt, at eg saman við øðrum góðum kreftum veri á Tjóðveldislistanum til løgtingsvalið.
Hví Tjóðveldi?
Ongantíð hevur tað havt størri týdning enn nú, at vit fáa hugsjónir inn aftur í føroyskan politikk og føra tær út í verki.
Vit hava tørv á altíð at hava Føroyar fremst í huga og sál, og at vit arbeiða fyri einum sjálvbjargnum landi. Treytin fyri hesum er;
At politikkur í verki fevnir um alt landið, bygd og bý og oyggjar
At vit fáa skil á okkara búskap og føra ein skynsaman fíggjarpolitikk, sum er grundleggjandi fortreytin fyri sjálvbjargni.
At vinnan altið hevur góðar og tryggar og ikki minst javnbjóðis karmar at virka undir
At tryggja, at allir okkara borgarar hava javnbjóðis rættindi og livikor, serliga nú tíðirnar gerast ótryggar.
At tryggja grøna orkuskiftið, so Føroyar gerast burðardyggar og óheftar av oljuni.
Og ikki minst at tryggja heilsuverkið og tey stóru sosialu vælferðarøkini.
Tjóðveldi er tað rætta, tí her verður hugsjónarligur politikkur framdur í verki, og har ræður fólkaræði, javnstøða og rúmligheit. Og eg kann leggja afturat, at abbi mín, Karl Olsen og Erlendur Paturssson vóru allar bestu vinmenn til tað síðsta. Í 1948 heitti Erlendur Patursson á abba mín um at stovna Suðuroyar Tjóðveldisfelag, har Erlendur eisini á fyrsta sinni stillaði upp. Ivaleyst hava hesir bæðir havt ein leiklut í hesum leikinum, sum nú er leiktur, at saman er runnið okkara millum aftur.“
Deil á Facebook