Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.06.2026 14:52

Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu

Tíðindaskriv/Etasjan

Vit boðaðu frá fyri eini viku síðani, at FAROE5 koma at framføra til Livandi Varmakeldu. Nú hava vit so avdúka tvey nøvn afturat og talan er um:

Anfinn & co, sum júst hava framført til eina útselda konsert í Varpinum í Klaksvík, so teir eru topptunaðir. Manningin hjá teimum er: Anfinn Nielsen, Karl Martin Samuelsen, Ólavur Øster, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen.

RSP er hin bólkurin sum vit við gleði kunnu avdúka. Heini R. á Heygum, Steingrímur Hallson og Bjarki Jónasson búgva í løtuni ikki í sama landið, so tað er rímiliga forkunnugt, at sleppa at hoyra RSP her heima á klettunum!

Vit mangla enn onkra avdúking, men nú byrjar Livandi Varmakelda at líkjast tí summarveitsluni sum vit gleða okkum so ómetaliga nógv til. Mentanarhúsið í Fuglafirði er karmur um allar konsertirnar og hølini verða topptrimmaði til alt kvøldið og alla náttina!

Bert 80 atgongumerki eru eftir til “Early Bird” prís á atgongumerki.fo fyri bert 295,- og tann 16. juni fer prísurin upp á 395,-.