Mynd: Kvf.fo
Kelda: KVF
KVF hevði í morgun eina áhugaverda samrøðu við Jan Hammer Egholm, sum í fleiri ár hevur savnað gomul kort og aðrar lutir, ið hava tilknýti til sjógvin.
Elsta kortið, sum Jan hevur í savninum, er heilt afturi frá 1570.
Eisini var tosað við Tórarinn á Rípuni, sum er savnslærari á Tjóðsavninum. Og hann heldur at tað er heilt víst, at fólkini sum hava tekna elstu kortini, ikki hava verið í Føroyum. Tað er tí bygt á frásagnir og samansetingar av øðrum kortum aðrastaðni frá.
Hoyra alla samrøðuna sum KVF gjørdi við teir báðar her:
https://kvf.fo/gmf?sid=146207&fbclid=IwAR262DRpdVLD-JkRdkCCOkkCTeT0Ut7vttTv3Xy_72snw7VjVgb0rC_S9o4
Deil á Facebook