Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.02.2023 12:22

Aftankvirra í gomlu Gøtu Kirkju

Mynd: DroneDirector

Týskvøldið 21. februar kl. 19.30 verður aftankvirra í gomlu Gøtu kirkju.

Hetta er ein friðarlig løta í gomlum kendum kørmum, har Birna í Hjøllum Hentze, musikpsykologur, fer at framføra akustiskar sálmar og sangir.

Aftankvirra er høvi til at steðga á, njóta eina løtu við friði, at reflektera og biðja bønir. Tað er ein løta, har tónleikurin setir rammuna og leiðir okkum ígjøgnum tær mongu gleðirnar og sorgirnar, sum lívið bjóðar. Løtan 21. februar fer at snúgva seg um at tora at fevna lívið, meiningsloysi og takksemi.

Vælkomin øll!