Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.09.2022 19:22

ABC vikan – tiltøk í Sunda kommunu

Mynd: ABC

Seinastu árini hevur tað verið fastur siður, at Fólkaheilsuráðið skipar fyri eini ABC viku í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober. Í ár er ABC vikan 3.-9. oktober.

Endamálið við ABC vikuni er at skapa tilvit og varpa ljós á sálarliga heilsu við upplýsandi tilfari og tiltøkum, sum samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu skipa fyri.

Raðfestið sálarligu heilsuna

Evnið fyri ABC vikuna í ár er ”Raðfestið sálarligu heilsuna” og leggur upp til, at bæði borgarar, stovnar, kommunur, feløg, politikarar og samfelagið sum heild í nógv størri mun raðfesta sálarligu heilsuna og gera sítt til at skapa betri trivnað í Føroyum. Nógvar kanningar benda á, at fleiri og fleiri fáa sálarligar trupulleikar og serliga yngri aldursbólkurin, hjá bæði okkum í Føroyum og í grannalondum okkara, siga seg vera ringast fyri sálarliga. Vit kunnu blíva við at kjakast um, hví støðan er, sum hon er, men avleiðingarnar av mistrivnaði og fleiri við sálarligum trupulleikum eru veruleiki. Ymiskt gott verður gjørt fyri at betra um støðuna, men vit eru ikki komin á mál, og størri raðfesting av sálarligari heilsufremjan er neyðug á fleiri stigum, tí vit í størri mun mugu seta átøk í verk í Føroyum, sum fremja trivnað.

ABC tiltøk í Sunda kommunu

Sunda kommuna er partur av ABC fyri sálarliga heilsu og ynskir at gera sítt til at borgarar í økinum gerast tilvitaðir um týdningin av at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna og raðfesta virksemi, har tú ert virkin, partur av einum felagsskapi og hugbundin í onkrum, sum gevur tær kenslu av gleði og meining. Tí fegnast vit um at vit í Sunda kommunu eisini hava nøkur tiltøk á skrá í ABC vikuni:

KOM VIÐ Á KONDIBINGO
4. oktober kl. 14.00 skipa økispsykiatriin og dagtilhaldið Blákollan fyri kondibingo. Túrurin gongur eftir hugnaligu gøtunum í Náttúrulundini við Streymin. Møtt verður við Eydnuna á Oyrarbakka. Aftná eru øll vælkomin til drekkamunn í dagtilhaldinum á Oyri. Tiltakið er fyri øll.

KOM OG ROYN DART
4. oktober kl. 19.30 bjóðar Streymur dart tær framvið við Margáir at kasta nakrar pílar. Limir í Streymur Dart leggja lag á. Tiltakið er fyri øll.

FLOGBÓLTUR FYRI ØLL
5. oktober kl. 20.00 skipar Sunda flogbóltur fyri opnari flogbóltsvenjing í ítróttarhøllini í Skúlanum við Streymin. Kom og royn um flogbóltur er nakað fyri tegl. Tiltakið er fyri øll.

Skráin inniheldur annars hóðin av ókeypis tiltøkum runt alt landið. ABC skráin 2022 kann lesast her