Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.09.2023 08:00

Á ’Greener’

– fyrsta staklagnum av komandi útgávuni syngur Beinir um at taka ímóti broytingum á lívsleiðini

Beinir hevur spælt sangirnar inn í kenda Grapehouse Studios í Keypmannahavn, og nú er hann klárur við fyrsta staklagnum, Greener, sum kemur út 8. septembur.

Síðan Beinir var stórur smádrongur, hevur hann spælt gittar og sungið. Við dreyminum um at røkkur longur út við tónleikinum, flutti hann fyri 2 árum síðan til Keypmannahavnar. Í Greener syngur Beinir um at kasta seg út í tað ókenda og møta broytingum á veg móti dreyminum. Sangurin snýr seg um avgerðir, sum menniskju mugu taka og tær óvissur, sum vit skulu ígjøgnum, tá hugurin og ivin renna saman í eini óynsktari andsøgn.

Greener er innspælt live í Grapehouse Studio og hevur heitt og vónríkt ljóð við klaverinum í miðdeplinum. Hetta lýsir væl singer-songwriter hugaheimin hjá Beini, sum fær íblástur frá Elton John, Billy Joel og Paul McCartney. At fáa live-kensluna inn í upptøkurnar hevur havt stóran týdning fyri Beinir, sum seinastu tíðina – einsamallur við gittara ella klaveri – hevur hitað upp á konsertferðum hjá Stine Bramsen, Jonah Blacksmith og Dopha. Tónleikatíðarritini Gaffa og Bands of Tomorrow hava givið Beinir sera góð skoðsmál og við 4,5 av 5 stjørnum skrivar Bands of Tomorrow um konsertina hjá honum á Spot-festivalinum:

“Ind på scenen, helt alene, træder færøske Beinir ind med sin guitar og begynder det, der bliver en af lørdagens allerbedste koncerter […]. Med imponerende guitarspil og en drum-pedal fyldte Beinir Skatescenen ud med sin vanvittige sangstemme og velskrevede numre.”  

Greener er framleitt í samstarvi við Søren Christensen (The Blue Van, Fallulah, Ameli Dot) og Anders Bønløkke (Zar Paulo og Alphabeat). Staklagið er givið út undir plátufelagnum The Bank Records 8. septembur.