Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.04.2023 08:14

26. apríl og roknast kann við hálku

Mynd: Gjáarvegur í morgun (Landsverk)

Vit skriva í dag 26. apríl. Lombini eru antin komin ella koma næstu dagarnar. Hetta er eisini 116 dagur í hesum árinum.

Landsverk boðar frá á heimasíðu síni, at roknast kann við hálku ymsastaðni. Og veðurforsøgnin hjá føroysku veðurstovuni sigur, at tað verður í dag eitt frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, sólglottar og okkurt ælið við kava ella vátaslettingi, í støðum heglingi. Hitin í dag verður millum -2 og 4 stig. Fyrrapartin í morgin, lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og sum frá líður kavi ella vátakavi norðaneftir. Hitin verður millum frostmarkið og 4 stig.