Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.04.2023 21:50

Fyrstuferð nakrantíð á Eiði – 4 umfar í FM kappingini í dart

Mynd: Eiði

Eiðis Dartfelag er tað nýggjasta felagið, og um vikuskiftið verða teir vertir fyri teirra fyrstu dartkapping nakrantíð. Kappingin, sum er tann fjórða av tíggju FM undankappingum, er ein opin kapping, har øll kunnu melda til. Kappast verður í einstaklingum fyri kvinnur og menn, hjá monnum verður spælt í A og B bólkið, har B bólkurin er meir roknaður til teir leikarar sum vilja royna seg innan ítróttin, ella ikki føla seg so góðar, at teir kunnu kappast við elituna. Aftana verður spælt tvimansleikur. 

Hjá kvinnum hevur føroyameistarin Beinta Joensen úr KDF verið einaráðandi í ár, og hjá monnum, eru tað serliga leikarar úr HDF sum gera um seg. Har Uni Árting í løtuni liggur nr. 1 frammanfyri Jan McIntosh og Gunnar Mouritsen. 

Um tú vilt verða við í kappingini á Eiði, so ber til at melda til á heimasíðuni www.dartfo.com