Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.11.2026 10:31

Dunga Jákup verður doyptur í Gøtu sunnudagin

Dunga Jákup við bryggjuna í Runavík. Mynd: Eyp.fo

Nýggi frystitrolarin hjá Varðanum verður doyptur sunnudagin 29. november klokkan 13.00 við bryggjuna í Norðragøtu. Tað váttar Per Jacobsen, nevndarformaðurin hjá P/F Varðanum, fyri Eysturoyarportalinum í morgun.

Í sambandi við dópin fáa fólk høvi at koma umborð og síggja nýggjasta skipið hjá reiðarínum. 

MEST handaði Varðanum skipið á eini samkomu í Runavík mánadagin 23. november. Skrokkurin varð smíðaður í Gdansk í Pólandi, og MEST gjørdi skipið liðugt á Skála. Á seinasta royndartúrinum 12. og 13. november varð trolútgerðin roynd eystan fyri Føroyar.

Dunga Jákup er 44,15 metrar langur og 11,60 metrar breiður. Trolarin er bygdur til botnfiskiskap og avloysir Rankan, sum Varðin seldi í 2023. Verksmiðjan umborð kann frysta 40 tons av fiski um samdøgrið. Høvd og innvølir verða gjørd til súrløgu, so hesin parturin av veiðuni eisini verður tikin við til lands.

Skipið er uppkallað eftir Jákupi Jacobsen, vanliga nevndur Dunga-Jákup. Hann stovnaði Varðan saman við Tummasi Thomsen í 1985 og stóð á odda fyri reiðarínum í 35 ár. Ætlanin er, at nýggi trolarin fer beinleiðis til fiskiskap eftir dópin.

Les eisini: Dunga-Jákup klárur at verða handaður seinni í mánaðanum