Fuglafjarðar kommuna
Á býráðsfundinum hóskvøldið 26. november 2026 varð fíggjarætlanin fyri 2027 samtykt við 2. viðgerð.
Tvey broytingaruppskot vóru til 2. viðgerð, sum eisini vórðu einmælt samtykt.
Fyrra varð frá lista “Á” um at hækka játtanina til gøtuna millum Fuglafjørð og Kambsdal við 300 tkr. og seta 700 tkr. av til dagføring av ljósunum á fótbóltsvøllinum.
Hitt varð uppskot frá listunum “B” og “F” um at hækka barnafrádráttin við 1.000 kr. so hann komandi ár verður 10.000 kr. fyri hvørt barnið.
Skattaprosentið verður óbroytt 21,25%.
Samlaðu inntøkurnar hjá kommunu eru mettar til 134 mió. kr. meðan útreiðslurnar íroknað rentur og avdráttir eru mettar til 116,5 mió kr. Netto rakstraravlopið er sostatt 17,5 mió. kr..
Íløgurnar eru 29,4 mió. kr. og eru størru raðfestingarnar:
- Framhald av «64 skúla umbyggingini» 8 mió. kr.
- Útstykkingar í Fuglafirði og Kambsdali 5,2 mió kr.
- Vatnveiting 4,0 mió kr.
- Vegir 2,2 mió kr.
- Kirkjugarður 1,7 mió. kr.
- Kloakkir 2,7 mió. kr.
- Sandflogbóltsvøllur 1,8 mió. kr.
- Ljós á fótbóltsvøllinum 0,7 mió. kr.
- Gøtan millum Kambsdal og Fuglafjørð, samanlagt 0,5 mió kr.
Munurin millum rakstraravlop og íløgur umleið 12,0 mió. kr. verður fíggjað av innistandandi og lántøku.