Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.11.2026 13:13

ICES-tilmæli fyri botnfisk í 2027

Havstovan

Altjóða havrannsóknarstovnurin  ICES  kunngjørdi í dag tilmælini fyri fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki í 2027. Tilmælini byggja á nýggjastu stovnsmetingarnar og kunnu lesast á heimasíðuni hjá  ICES,ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

Toskur á Landgrunninum

ICES  mælir til, at í mesta lagi 552 tons av toski verða fiskað á Landgrunninum í 2027.

Gýtingarstovnurin er nú sera nær minsta markinum (Blim). Mett verður, at hann fer niður um hetta markið í 2027. Høgt veiðitrýst og minkandi tilgongd  verða mett at vera høvuðsorsøkirnar til, at toskastovnurin er minkaður. Tað eru møguleikar fyri, at gýtingarstovnurin fer upp um markið í 2028.

Tilmæli 2027, toskur á LGTilmæli 2027, toskur á LG

Toskur á Føroyabanka

ICES  mælir til, at í mesta lagi 403 tons av toski verða fiskað á Føroyabanka í 2027. Tilmælið er tað sama sum í 2026, tí  ICES  gevur tilmæli fyri tvey ár í senn fyri henda stovnin.

Tilmæli 2027, toskur á FBTilmæli 2027, toskur á FB

Hýsa

ICES  mælir til, at í mesta lagi 23.894 tons av hýsu verða fiskað í føroyskum sjóøki í 2027. Tað er 22% hægri enn tilmælið fyri 2026.

Veiðitrýstið á hýsu hevur verið lágt seinastu árini, og tilgongdin hevur verið góð og gýtingarstovnurin er væl oman fyri øll markvirðini.

Tilmæli 2027, hýsaTilmæli 2027, hýsa

Upsi

ICES  mælir til, at í mesta lagi 26.374 tons av upsa verða fiskað í føroyskum sjóøki í 2027. Tað er 10% hægri enn tilmælið fyri 2026.

Tilgongdin til upsastovnin hevur verið oman fyri miðal seinastu árini, og gýtingarstovnurin er oman fyri øll vandamørkini.

Tilmæli 2027, upsiTilmæli 2027, upsi

ICES  tilmælini um mest loyvdu veiðu (í tonsum) fyri tosk á Landgrunninum, tosk á Føroyabanka, hýsu og upsa, og broytingarnar frá 2026 til 2027.

Tilmælið
2026
Tilmælið
2027
Broyting
frá 2026
til 2027
Toskur á LG6.075552-91 %
Toskur á FB4034030 %
Hýsa19.65323.894+22 %
Upsi24.03226.374+10 %

Spjaldur