Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.11.2026 22:53

14 venjarar fingið UEFA A-prógv

Á myndini síggjast 11 av teimum 14 nýggju UEFA A-venjarunum, saman við vegleiðarum og umboðum fyri FSF - Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroya

Á hátíðarløtu á Hotel Brandan undan dystinum millum Føroyar og Moldova, fingu 14 venjarar handað UEFA A-venjaraprógv.

Mánadagin 16. novembur, undan Nations League dystinum millum Føroyar og Moldova, varð skipað fyri hátíðarløtu á Hotel Brandan í Havn, har 14 venjarar fingu handað prógv fyri lokna UEFA A-venjaraútbúgving.

Útbúgvingin byrjaði í august í 2025, og endaði í oktobur í ár við próvtøkum.

UEFA A-venjaraútbúgvingin er hægsta venjaraútbúgving, sum Fótbóltssamband Føroya, í tøttum samstarvi við UEFA, skipar fyri.

Tað var formaðurin í Útbúgvingar- og úrvalsnevndini hjá FSF, Heri á Rógvi, ið stóð fyri handanini.