Mentamálaráðið
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur í kunngerð gjørt av at broyta kravið um týskt sum upptøkukrav til hugbreyt. Broytingin merkir, at nú fer at bera til at søkja inn á hugbreyt uttan at hava havt týskt í fólkaskúlanum.
Seinastu árini hava alsamt færri søkt um upptøku til hugbreytina á gymnasialum miðnámi. Ein orsøk er helst, at týskt aftur varð sett inn sum upptøkukrav fyri nøkrum árum síðani.
Fyri at økja um áhugan fyri hugbreytini og eisini geva fólkakúlanæmingum størri frælsi at velja, so er avgerð tikin um, at tað ikki longur er eitt krav at hava havt týskt í fólkaskúlanum fyri at søkja um upptøku.
Á hugbreytini skulu næmingar velja fremmandamál, t.d. týskt, franskt ella spanskt. Hevur tú havt týskt í fólkaskúlanum, so kanst tú fáa týskt sum framhaldsmál á hugbreytini. Hevur tú ikki tað, ber til at velja týskt sum byrjanarmál.
Við at sleppa upptøkukravinum vónar landsstýrismaðurin, at fleiri fara at velja hugbreytina á gymnasialum miðnámi.