Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og okkurt æl. Seinnapartin gongur hann í norðan, lítið lot, minni enn 5 m/s, og bert okkurt ælið. Seint í kvøld ella tíðliga í nátt, lot til frískt lot av útnyrðingi ella norði, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður, sum frá líður møguliga við vátakava ella kava. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður við vátakava ella kava í støðum. Hitin -2 til +6 stig.
Sólarris: 08:49 Sólsetur: 15:33