Sjókovin
Mikudagin 11. november kl. 14.00 skipar Ocean Cluster Faroes fyri tiltaki á Bátasavninum í Leirvík, har sjóneykan verður sett á føroyska útróðurin. Við framløgum frá vinnu og gransking verða ymisk viðurskifti viðvíkjandi útróðri lýst og umrødd.
Søguliga hevur útróðurin havt sera stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og hóast talið av útróðrarbátum er minkað seinastu áratíggjuni, so er hann enn ein týðandi partur av fiskiskapinum í Føroyum. Men hvussu hevur føroyski útróðurin broytt seg seinastu árini? Hvat vísa tølini um veiðu, fiskidagar og virði, og hvussu uppliva útróðrarmenn sjálvir gongdina? Á tiltakinum verður støðan hjá útróðrinum lýst bæði við tølum og royndum frá fólki, sum starvast í og kring vinnuna.
Sigurgunn W. Várting, granskari á Sjókovanum, fer at geva eina støðulýsing av útróðrinum á føroyska landgrunninum við serligum denti á bólk 4 og 5. Hvussu hevur flotin broytt seg, hvussu er fiskiskapurin, og hvørjir munir eru millum útróðrarbólkarnar? Við støði í hagtølum verður gongdin í útróðrinum lýst, og serligur dentur verður lagdur á toskaveiðuna, støddina á veidda toskinum og stovnsrøkt.
Heri Vang, útróðrarmaður, fer at greiða frá lívinum sum útróðrarmaður og hugleiða um útróðrarflotan og gongdina í vinnuni. Hann fer eisini at lýsa, hvussu tað er at vera útróðrarmaður í dag samanborið við fyrr, og hvat skal til fyri at skapa betri karmar fyri útróðurin.
Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, fer síðani at greiða frá eygleiðingum og mynstrum í prísi, gongd og góðsku í veiðuni hjá útróðrarbátunum.
Eftir framløgurnar verður høvi at seta spurningar og skifta orð um útróðurin. Sum vanligt endar tiltakið við einum góðum drekkamunni og práti.
Øll eru vælkomin, men neyðugt er at skráseta seg á heimasíðu Sjókovans her: https://www.sjokovin.fo/tilmelding