Víkingur skrivar:
Víkingur og Jónas Prior hava undirskrivað eina avtalu, sum inniber at Jónas komandi tvey árini verður ljósabláur.
Jónas, sum er úr Sandavági, er 20 ára gamal og er ein stórur og sterkur verjuleikari. Jónas hevur umboðað øll føroysku ungdómslandsliðini, so talan er um ein sera spennandi leikara.
Vit fegnast um at Jónas legst afturat hópinum og ivast ikki í, at tit taka væl ímóti honum.