Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.11.2026 14:56

Eysturoyingar inn á ting- trý varafólk tikið sæti

Jóhan Christiansen er eitt av varafólkunum sum tók sæti á løgtingið í dag. Mynd: Eyp.fo

Jóhan Christiansen, Steffan Abrahamsson Løkin og Djóni Nolsøe Joensen hava í dag, 9. november, tikið sæti á Løgtingi fyri tingfólk, sum eru farin í farloyvi.

Jóhan Christiansen, sum er næstur á listanum hjá Tjóðveldi, tekur sæti fyri Bjørg Brynhildardóttur Egholm. Hennara farloyvi er galdandi frá 9. november og eina viku fram.

Steffan Abrahamsson Løkin, sum er næstur á listanum hjá Fólkaflokkinum, tekur sæti fyri Jørgen Niclasen, ið hevur farloyvi frá 6. til 12. november.

Djóni Nolsøe Joensen, sum er næstur á listanum hjá Javnaðarflokkinum, tekur sæti fyri Jóhannis Joensen. Hann hevur farloyvi frá 5. til 12. november í sambandi við luttøku á ST-aðalfundinum.