Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.11.2026 12:57

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)

Bakkar:
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

Føroyska liðið savnast til venjingar mánadagin tann 23. november í Havn og er saman fram til EM-endaspælið byrjar 5. desember. Mikudagin 25. november ferðast liðið til Tróndheim í Noreg, har Føroyar spæla tveir fyrireikingardystir, ávikavikst móti Noreg hósdagin 26. november og Danmark leygardagin 28. november. Liðið kemur síðani heimaftur til Føroyar og venur saman til fráferð til Póllands hósdagin 3. desember, har leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Leygardagin 5. des. kl. 19.30 Føroyar – Ukraina
Mánadagain 7. des. kl. 19.30 Frakland – Føroyar
Mikudagin 9. des kl. 17.00 Føroyar – Pólland