Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.11.2026 15:20

Kvøldseta á Kambsdali

Mynd: Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali bjóðar til árligu heystkvøldsetuna týskvøldið 10. november kl. 19.00. Borðreitt verður við eini fjølbroyttari skrá við undirhaldi, tónleiki og forvitnisligum innsløgum. 

Høvi verður at hoyra nógvan góðan tónleik frá næmingum í tónleiki á A- og B-stigi, og skúlakórið framførir. Filmar, ið næmingar hava framleitt í miðlakunnleika verða vístir, og næmingar í evnafrøði fara at gera eina spennandi evnafrøðiliga roynd á pallinum. 

Kvøldseturnar á Kambsdali eru almenn tiltøk, har tú fært innlit í fjølbroytta virksemið á skúlanum og høvi at uppliva góðu umstøðurnar.

Tiltakið er ókeypis, og ókeypis drekkamuður verður eisini at fáa. Høvi verður sjálvandi eisini at heilsa uppá næmingar, lærarar og lestrarvegleiðarar.

Øll eru hjartaliga vælkomin!