Lesarabræv
Nú kom dómurin í málinum um møguligu brotini hjá Bakkafrosti á alilóggávuna, har tað eina ferð varð tosað um eina bót á 67 milliónir krónur. Men vit fara aldrin at fáa at vita, um Bakkafrost breyt lógina ella ikki, tí politiið og ákæruvaldið gjørdu heilt einfalt so lítið við málið, at størsti parturin longu í vár var ov gamal at gera nakað við, meðan seinasta restin fekk somu niðurstøðu í vikuni.
Tað eru fleiri partar í málinum, sum undra. Hví steðgaði løgreglan at arbeiða við málinum dagin eftir, at fútin í 2021 hevði boðað løgmansskrivstovuni frá, at tað var til? Tað hava vit enn ikki fingið nakra frágreiðing uppá.
Hví lat táverandi formaðurin í fólkaflokkinum sum advokatur hjá Bakkafrosti vera við at taka telefonina, tá politiið ringdi um skuldsetingarnar á sumri í 2022?
Sjálvur segði advokaturin, at tað var orsakað av, at tað var feriutíð. Men í rættinum var krógva og blunda-spælið brúkt til at argumentera fyri, at stjórin í Bakkafrosti ikki hevði fingið boð andilt til andlits fyrr enn 22. juli 2022, og at málið var fyrnað dagin fyri.
Men sum rætturin kom til, so vóru hesar hendingar í sær sjálvum ikki endiliga avgerandi fyri málið. Tað avgerandi var, at løgreglan og ákæruvaldið onki høvdu gjørt við málið í fleiri ár eftir, at skuldsetingin var komin og tann skuldsetti noktaði seg sekan.
Tað skurrar alvorliga, at onki varð gjørt í fleiri ár, tá fútin í 2021 helt málið vera so týdningarmikið, at hann helt tað vera neyðugt at kunna løgmann um tað. Hartil hevur fútin fleiri ferðir sagt, at tey tóku málið í størsta álvara. So kundi eg freistast at spurt. Hvat ger leiðslan í politinum við málini, sum ikki eru so álvarslig?
Og tað er í grundini heldur ikki gott fyri Bakkafrost og teirra umdømi, at støða ongantíð er tikin til skuldarspurningin. Ein stórur partur av Føroya fólki hevur eina fatan av, at Bakkafrost breyt lógina, men slapp undan av dráli hjá løgreglu/ákæruvaldi. Var skuldarspurningurin avgreiddur og Bakkafrost var so ósekt, sum tað segði seg vera, so hevði tað verið ein nógv betri støða fyri allar partar. Nú sær tað út sum, at Bakkafrost breyt lógina, men politiið lat tað fara.
Afturat hesum kemur, at politiið sum heild er í rættiliga ringum standi fyri tíðina.
Hajduk Split búrkropparnir kundu splitta allan høvuðsstaðin at, um teir løgdu í. Fleiri politistar eru dømdir fyri lógarbrot. Ein øgilig orka varð brúkt uppá at fara eftir føroyingum, sum høvdu verið í grind beint eftir reglunum í grindalógini. Trivnaðurin í løgregluni er í botni. Politistøðirnar kring landið eru mestsum avmonteraðar. Bara fyri at taka nøkur fá dømir.
Eg veit, at tað eisini eru nógv dømir, har málini verða væl avgreidd, men tað má ikki verða soleiðis, at vit skulu fegnast, tá politiið ger sítt arbeiði til lítar. Vit hava veruliga tørv á at fáa meira at vita enn at: “Vit royna at gera tingini betri.”
Vit hava tørv á at vita, hvussu tingini verða betri. Og eg haldi prógvini vera nógv fyri, at rættiliga nógv skal gerast. Men tað samsvarar ikki ordiliga við tað, sum ríkisumboðið vegna danska forsætismálaráðið svaraði til ein skrivligan fyrispurning hjá mær í vár:
“Bl.a. på baggrund af flerårsaftaleinitiativerne har jeg derfor også tillid til, at politiet og anklagemyndigheden på Færøerne behandler anmeldelser på et fagligt grundlag og i overensstemmelse med de gældende regler. Det er samtidig vigtigt for mig at understrege, at borgere, virksomheder og myndigheder kan have tillid til, at politiet behandler anmeldelser grundigt og inden for rimelig tid.”
Kanska hava tey álit enn, men hjá mær og nógvum øðrum er nógv farið av hasum álitinum. Okkurt má henda.
Eirikur í Jákupsstovu