Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.11.2026 22:00

Ongin søla við dyrnar!

Mynd: AVAphotography/HSF

Hondbóltssamband Føroya

Stórur áhugið er fyri landsdystinum ímóti Kosovo, ið verður spældur mikukvøldið kl. 19:00 við Tjarnir. Tað er útselt av sitiplássum til dystin, men nøkur hundrað standipláss eru tó framvegis tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Fyri at tryggja, at ongin kemur í høllina til fánýtis verður ongin søla við dyrnar í annaðkvøld, men einans á netsøluni, ið fer fram á www.tjarnir.fo.

Dyrnar við Tjarnir lata upp kl. 17.00 í morgin. Í høllini verður møguleiki fyri at keypa sær okkurt at eta og drekka, eisini verður andlitsmáling, søla av fjepparalutum og tónleikur.

Roknast kann við, at nógv ferðsla verður til høllina, tí er umráðandi, at áskoðarar møta í góðari tíð, tí royndirnar frá undanfarnu tiltøkum í høllini eru, at stórt trýst er á bæði ferðsluni og parkeringsplássunum undan dystinum.