Eyp grein
Tá Elduvíkar kirkja varð vígd fyri 75 árum síðani, forðaði ringt veður nógvum í at koma. Hjá elduvíkingum var hetta ein væl kend støða: Í ættarlið høvdu veður og vindur rátt fyri kirkjuferðini til Oyndarfjarðar. Nú høvdu tey loksins fingið sína egnu kirkju.

Elduvíkar kirkja varð vígd 14. oktober 1951. Mynd: Eyp.fo.
Sunnudagin 14. oktober 1951 var Elduvíkar kirkja fullsett. Uttanfyri var veðrið so vánaligt, at fleiri av teimum, sum ætlaðu sær til vígsluna, máttu setast aftur.
Kortini vóru Føroya próstur, átta prestar og umboð fyri landsstýrið og Løgtingið komin til bygdina. Prestarnir bóru kirkjulutirnar í skrúðgongu, og fyrsti sálmurin, ið ljóðaði í nýggju kirkjuni, var Grundtvigs sálmur „Kirken, den er et gammelt hus“.
Í frásøgnini um dagin varð illveðrið tikið sum enn ein áminning um, hvussu umráðandi tað var at hava kirkju í bygdini.

Áðrenn bygdin fekk egna kirkju, gingu elduvíkingar til Oyndarfjarðar í kirkju. Mynd: Eyp.fo.
Áðrenn kirkjan kom, høvdu elduvíkingar gingið gjøgnum líðina til Oyndarfjarðar í kirkju. Eisini tey deyðu skuldu hesa leiðina: Kistur vórðu bornar um líðina ella fluttar við báti, tá ið viðraði. Í 1924 varð farið undir at gera kirkjugarð í Elduvík. Tað var eitt týðandi stig, men enn restaði sjálvt kirkjuhúsið.
Tann 20. januar 1947 savnaðust elduvíkingar í skúlanum í bygdini og samtyktu at byggja eina kirkju. Salomon Joensen, prestur og sjálvur elduvíkingur, gjørdist formaður í kirkjunevndini. Arkitekturin H. C. W. Tórgarð fekk uppgávuna at tekna kirkjuna við gomlu føroysku trækirkjunum sum fyrimynd, men við nútímans tillagingum.

Gomlu føroysku trækirkjurnar vóru fyrimynd, tá H. C. W. Tórgarð teknaði kirkjuna. Mynd: Eyp.fo.
Avgerðin kravdi meira enn góðan vilja. Bygdarmenninir lovaðu at grava út, útvega grót, flyta sand og timbur og gera stoypiarbeiðið ókeypis.
Í juli 1948 var grivið út fyri grundini. Á vári 1950 var grundararbeiðið liðugt og timbrið fingið til vega. Jákup Garðshorn stóð fyri hesum arbeiðinum. Tað hevði verið trupult at fáa timbur, og hetta var ein av orsøkunum til, at byggingin dró út.
Systkinabørnini Heine Eldevig, eisini nevndur Lítli Heini, og Martin Nónskarð stóðu fyri smíðingini. Báðir vóru elduvíkingar og tiltiknir smiðir. Cornelius Olvhøj úr Elduvík málaði kirkjuna.

Bygdarfólkið legði nógv sjálvboðið arbeiði í at fáa kirkjuna reista. Mynd: Eyp.fo.
Sambært søguligu frágreiðingini, sum varð tikin fram á 70 ára degnum, kostaði kirkjan tilsamans 50.000 krónur. Tá hon varð vígd, var hon kirkja nummar 54 í Føroyum.
Hátíðarhald 15. november
75 ára dagurin verður hátíðarhildin sunnudagin 15. november klokkan 11.00 við hátíðargudstænastu og altargongd. Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, hevur gudstænastuna.
Aftaná bjóðar kirkjan ein betri bita í skúlanum – húsinum, har avgerðin um at byggja kirkjuna varð tikin fyri nærum 80 árum síðani.

Boðið verður til hátíðargudstænastu sunnudagin 15. november klokkan 11.00. Mynd: Eyp.fo.
Keldur:
Fólkakirkjan
Runavíkar kommuna