Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.11.2026 11:51

Venjingardystir móti Lyngby BK og B93

Mynd: FSF

Fótbóltssamband Føroya

Í døgunum 9. til 13. novembur fer U16-landsliðið við dreingjum til Danmarkar, har liðið millum annað skal spæla venjingardystir móti sínum javnaldrum í Lyngby og B93.

Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 9. til 13. novembur fer á venjingarlegu í Danmark.

Á ferðini skal liðið millum annað spæla tveir venjingardystir. Tann fyrri verður týsdagin 10. novembur ímóti Lyngby BK, og tveir dagar seinni, hósdagin 13. novembur møta okkara dreingir B93.

Hópurin
Dánjal Petursson Djurhuus, B36
Jógvan Oskar Højgaard, B68
Baldur Bartalsson, HB
Markus Simonsen, HB
Kristjan Róksson, HB
Regin Tórálvsson Poulsen, HB
Jógvan Linklett Mortansson, HB
Allan Ramiro Joensen, HB
Teitur Rógvason, FC Suðuroy
Kári Zachariassen, ÍF
Joen Heini Gunnarsstein, KÍ
Finnur Hvidbro, NSÍ
Lukas Joensen, TB
Andrias Gøthe Áslakksson, Víkingur
Búgvi Hansen, Víkingur
Eyðnar Isaksen, Víkingur
Tollak Flöche, FC Fredericia (Danmark)
Mikkel Nolsøe Hansen, Hobro IK (Danmark)