Sjóvar kommuna
Fríggjadagin 6. november hátíðarhalda vit, at Lítlifløttur fyllir 20 ár. Frá kl. 15.00-17.00 verður alment hátíðarhald í bygdahúsinum á Strondum. Skráin er hendan:
- Barnagarðsbørn, børn í skúlabólki og børn í frítíðarstovu syngja
- Varaborgarstjórin ber fram føðingardagsheilsu.
- Rakul Ró og William syngja Kular Røtur
Aftaná hátíðarhaldið eru øll hjartaliga vælkomin til kaffi og køku. Sjálvandi verður eisini okkurt leskiligt til børnini.
Lítlifløttur er dagstovnurin í Sjóvar kommunu og hýsir børnum í øllum aldri – frá vøggustovualdri til frítíðarstovualdur. Í Sjóvar kommunu eru vit sera errin av okkara barnagarði, sum vit halda vera Føroya besti. Við dugnaligum og trúføstum starvsfólkum og einum uttandura spæliøki í serflokki hava børnini góðar karmar at trívast, mennast og læra.
Síðani dagstovnurin lat upp 6. november 2006, eru tríggjar útbyggingar gjørdar. Í mai 2008 varð ein nýggjur bygningur bygdur til frítíðarstovubørnini. Í september 2019 lótu tríggjar nýggjar vøggustovur upp í nýggjum bygningi, og á sumri 2023 lat enn ein nýggj frítíðarstova upp í bygningi, sum varð bygdur afturat gomlu frítíðarstovuni. Har húsast skúlabólkurin nú.
Lítlifløttur liggur í einum avbera góðum og fjølbroyttum umhvørvi. Fótbóltsvøllur og bygdahús umringa stovnin, og stóri uttandura spæligarðurin gevur børnunum alskyns møguleikar fyri spæli og upplivingum. Gerðá rennur gjøgnum spæliøkið, har børnini kunnu vassa og spæla, og handan garðin er berg at klintra í. Um nøkur ár verður vónandi ítróttarhøll í sama umhvørvi, sum fer at geva enn fleiri møguleikar.
Verið hjartaliga vælkomin í føðingardag hjá Lítlafløtti í bygdahúsinum á Strondum fríggjadagin 6. november kl. 15-17. Vit gleða okkum at síggja tykkum!