Norðurlandahúsið
Legg stokkarnar í taskuna, tak bindiklubbavinkurnar við tær, og kom og til eina heilt serliga uppliving, tá altjóða bindistjørnan, Lærke Bagger, bjóðar til garrvilla bindisýning í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, 6. november kl. 20.00.
Lærke Bagger er kend um allan heim fyri sína øðrvísi og kreativu fatan av binding. Eingin minni enn heimskenda poppstjørnan, Miley Cyrus, eigur tvær troyggjur, sum hon hevur sniðgivið. Sniðgevingin hjá henni tekur ofta støði í siðbundnari bindimentan, teknikki og søgu, men flytir samstundis binding inn í nýmótans og leitandi samtekst.
Lærke Bagger hevur við sínari beinleiðis bindisýning, Mega Workshop 3, ferðast kring alt Danmark, og sjálvandi er tað upplagt at enda ferðina í Føroyum, har okkara bindimentan hevur stóra ávirkan á bindisnið.
Á skránni hetta kvøldið verður tó nakað annað enn stjørnutroyggjur og siðbundin føroysk bindimynstur. Heldur fer hetta kvøldið við Lærke Bagger at loyva hugflognum og kreativitetinum at avgera, hvat har kemur av stokkunum – hetta er eisini grundarlagið undir nýggjastu bók hennara, Strik 3.
Hennara fyrstu útgávur, Strik 1 og Strik 2, eru báðar sera væl móttiknar, og eru síðani umsettar og útgivnar á fleiri málum. Í nýggju bók síni eggjar hon okkum at vera meira dirvin og opin, at finna aftur til frumkelduna hjá kreativitetinum – at fara har, hugurin til handarbeiðið dregur. Tað snýr seg um at leggja ábyrgdina frá sær, at fylgja íblástrinum og at geva gætur, hvat hendurnar hava hug at gera.
Ikki er neyðugt at vera roynd í binding fyri at vera við í Norðurlandahúsinum. Týdningarmiklasti er hugurin at eksperimentera. Lærke Bagger eggjar øllum til at taka stokkarnar, heklinálina og helst nógv og ymiskt tógv við – tað hevur einki at siga, um tú dugir at binda ella ikki.
Tí, sum hon plagar at siga: You can sit (knit) with us!
Keyp atgongumerki á nlh.fo