Hondbóltsfelagið Tjaldur skrivar soleiðis:
Seinastu tvey árini hevur Nikolay Bliznov verið høvuðsungdómsvenjari hjá okkum í Hondbóltsfelagnum Tjaldur.
Nikolay er nærlagdur, dámligur og dugnaligur, og tað sæst aftur í felagnum. Leikararnir eru vorðnir betri og í ár er talið av íðkarum vaksið munandi. Tað eru vit ógvuliga fegin um. Tí hava vit tørv á góðum fólki at taka sær av venjingum.
Í hesum sambandi hava vit styrkt um venjarahópin og fingið Iuliiu Nalivko at hjálpa Nikolay at standa fyri venjingunum og at ferðast runt við ymsu liðunum.
Iuliia hevur drúgvar royndir sum leikari í bestu føroysku hondbóltsdeildini, og so hevur hon eisini fingist nógv við venjarayrkið. Tí eru vit ógvuliga fegin um at hava fingið Iuliiu í venjarahópin hjá Tjaldur.
Saman við øllum okkara góðu hjálparfólkum herja vit nú á og vilja lyfta Hondbóltsfelagið Tjaldur enn longur. Saman skapa vit ein góðan felagskap, har øll skulu trívst og mennast.
Hjartaliga vælkomin, Iuliia Nalivko