Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2026 19:26

Neyðugt at verja javnstøðuna

Mynd: Almanna- og bústaðamálaráðið

Almanna- og bústaðamálaráðið

Margit Stórá á norðurlandaráðsfundi

Vit hava nógv týdningarmikil evni á skrá í Norðurlendska ráðharraráðnum og felags ætlanir um at flyta javnstøðuna framá. Samstarv er ein týðandi partur av hesum. Saman kunnu vit bæði læra av royndunum hjá øðrum og hava størri ávirkan, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Hon er á ársfundi Norðurlandaráðsins í Helsinki. Har umboðar hon formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum fyri javnstøðu og LGBTI-rættindi og hevur lagt fram ársins javnstøðufrágreiðing.

Í framløguni varð dentur lagdur á at verja framstigini á javnstøðuøkinum, nú grundleggjandi fólk
aræðislig rættindi eru undir trýsti.

Javnstøða og javnrættindi skulu vera ein skipaður partur av arbeiðinum tvørtur um málsøki, og øll Norðurlond eru við í samstarvinum.

Á skránni var eisini politisk samrøða við vælferðarnevnd Norðurlandaráðsins um javnstøðusamstarv og tilmæli á økinum.