Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2026 17:11

Ynski um javnsetan av sjálvstýrandi londunum í norðurlendska samstarvinum sett dám á ársfund Norðurlandaráðsins

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum og norðurlendskur samstarvsráðharri, luttekur í hesum døgum á 78. ársfundi Norðurlandaráðsins í Helsinki. Á skránni eru millum annað trygdarpolitiskar avbjóðingar, norðurlendskt verjusamstarv og framtíðar norðurlendska samstarvið.

Til setanina í gjár var finski forsetin, Alexander Stubb, gestarøðari. Í røðu síni legði finski forsetin dent á, at í eini ótryggari heimsstøðu er norðurlendska samstarvið av avgerandi týdningi. Hann vísti eisini á, at samstarvið hevur sterka undirtøku í fólkinum, og fólkið ynskir meira samstarv. Hann heitti á Norðurlond um at fara enn meira ítøkiliga til verka og standa sterkari saman á altjóða pallinum og styrkja samstarvið um trygd.

Í morgun luttók landsstýrismaðurin í uttanríkispolitiska orðaskiftinum, har hann legði dent á vaksandi trygdarpolitisku avbjóðingarnar og týdningin av einum sterkum norðuratlantiskum verjusamstarvi. Hann vísti á leiklutin hjá Føroyum í trygdini í Norðuratlantshavi, týdningin av NATO og tørvin á at styrkja samstarvið millum Norðurlond. Føroyar taka sína strategisku støðu í Norðuratlantshavi í álvara og leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi hjá sameindu londunum. Hann staðfesti samstundis, at eitt sterkt norðurlendskt samstarv byggir á, at øll londini og øll sjónarmið verða tikin við.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrii Sybiha, luttók eisini í orðaskiftinum og heitti á Norðurlond og Evropa um at standa saman við Ukraina og styrkja verjusamstarvið. Tí ikki bara Ukraina er hótt, men alt Evropa. Ukraina hevur dyggari royndir viðvíkjandi herbúgving og stóra hernaðarliga serfrøði, sum ukrainar vilja deila við norðurlendsk sameind. Landsstýrismaðurin nýtti høvið at heilsa uppá ukrainska uttanríkisráðharran og vísa honum sín stuðul. 

Formansskapurin i Norðurlendska Ráðharraráðnum – tilbúgving, kappingarføri og javnsetan

Danmark og Føroyar hava í ár formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og í dag løgdu landsstýrismaðurin og danska starvssysturin, Monika Rubin, fram frágreiðing um formansskapin. Formansskapurin hevur raðfest samfelagstrygd og tilbúgving, og norðurlendsku samstarvsráðharranir hava samtykt at seta í verk eina skrá fyri tilbúgving, har ein nevnd við umboðum fyri londini verður sett at eyðmerkja samstarvsøki og átøk, sum eiga at fremjast fyri at styrkja samstarvið um tilbúgving.

Onnur raðfesting er kappingarføri hjá Norðurlondum og í hesum samband varð skipað fyri ráðstevnu í Keypmannahavn, har ein norðurlendsk Draghi rapport var løgd fram.

Triðja raðfesting er dagføring av Helsingforsavtaluni, so Føroyar, Grønland og Áland verða javnsett í norðurlendska samstarvinum. Í hesum sambandi varð ein kommissión umboðandi øll átta londini sett í vár, sum skuldi koma við uppskotið til broytingar í Helsingforsavtaluni, og nevndin skuldi leggja fram sítt arbeiðið til ársfundin.

Javnstøða í norðurlendska samstarvinum

Undir orðaskiftunum á ársfundinum hevur endurskoðanin av Helsingforsavtaluni verið eitt sjónskt mál og týðandi partur av orðaskiftinum. Nógvir spurningar hava verið settir fram um endurskoðanina av Helsingforsavtaluni. Norðurlandaráðið samtykti einmælt í 2024, at norðurlendsku stjórnirnar skuldu seta eina kommissión. Kommissiónin er ikki liðug við sítt arbeiði, tí semja er enn ikki fingin millum limalondini. Misnøgd er millum limir í Norðurlandaráðnum, tí kommissiónin ikki hevur lagt fram sítt arbeiði sum ætlað, og ongar løgfrøðiligar forðingar eru fyri, at Føroyar og Grønland kunnu javnsetast. Tí er tað ein spurningur um politiskan vilja. Víst varð á, at tá tað í hesum tíðum er neyðugt, at Norðurlond standa saman og styrkja samstarvið, og at tað tí er eyðsæð, at øll Norðurlond eiga at javnsetast.

Danski samstarvsráðharrin legði í frágreiðingini dent á týdningin av at standa saman fyri at tryggja Føroyum, Grønlandi og Álandi javnbjóðis rættindi í norðurlendska samstarvinum. Málið hjá danska og føroyska formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum er at koma á mál við hesum innan árslok, tá Noreg tekur við formansskapinum.

Myndir: Eino Ansio/norden.org, Magnus Fröderberg/Norden.org, Stine Østby/norden.org

Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.