Tíðindaskriv/Bókadeild Føroya Lærarafelags
Bókaklubbadagur verður á Sunda bókasavni 31. oktober kl. 13-15! Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki, bókapráti og góðum bókatilboðum. Eisini er kreativ verkstova við halloween-pynti, og kaffi/te/saft og okkurt gott afturvið er at fáa.
Kom og hoyr um Bókaklubban – Vilt tú verða limur og fáa eina bók í postkassan sjey ferðir um árið?
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!
SKRÁIN:
- Søguløta – Bjarta bustar tenn + Bjarta verður stórasystir. Rithøvundurin Silja Aldudóttir lesur
- Børn viðmæla bøkur – Eyðbjørg og Lea ganga í 3. og 2. flokki og eru garvaðir lesarar.
- Tónleikur: Filip úr Hoydølum spælir
- Søguløta – Surr
- Hundamaður vitjar – tak eina mynd saman við Hundamanni!
- Hoyr um Bókaklubban – Fá eina bók í postkassan sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?
- Søguløta – Gruffalo-omman
Allatíðina:
- Góð bókatilboð
- Halloween-ítriv
- Donuts og kaffi/te
- Gerst limur í Bókaklubbanum og fá fyrstu bókina beinanvegin
- Fá ein ókeypis ryggsekk ella húgvu frá LÍV, sum stuðlar tiltakinum