Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2026 17:09

Eirikur í Jákupsstovu sett fyrispuring hvar Heilsuverkið skal spara

Screenshot

Almenningurin er upplýst um hvar Heilsuverkið skal spara í 2027. Hetta var aftaná ein grein 52 spurning hjá Sirið Stenberg til Eyðdis Hartmann Niclasen. 

Í fíggjarlógaruppskotinum er greitt, at Almannaøkið skal spara á ymsum greinum. 
Men har stendur eisini, at Almannaøkið skal spara aðrar 9,4 mió kr. 

Tær milliónirnar eru ikki nágreinaðar.

Tí hevur Eirikur Í Jákupsstovu sett ein §52 spurning. (Leinki er her:  Mál)

Yvirskrift:  Hvar skal Almannaøkið spara?

Undiryvirskrift: Eirikur Í Jákupsstovu vil hava at vita hvar Almannaøkið skal spara 9,4 mió kr. 

Almannaøkið skal spara í komandi fíggjarlógaruppskoti hjá samgonguni. 
Umframt ítøkiligar sparingar, eru sparingar á 9,4 mió kr á Almannaøkinum, ið ikki greinaðar. 

Hvønn raka sparingarnar?

Vit vita ikki hvussu hesar tillagingar fara at ávirka tænastur, brúkarar, bíðilistar og annað. Vit vita eiheldur um tað eru størv, ið verða spard ella niðurraðfest. 

Á fleiri av økjum er greitt frá, hvussu ymisku tillagingarnar eru skipaðar fyri at røkka sparingunum, sum samgongan hevur sett sær fyri. Sparingingarnar á heilsuøkinum eru til dømis nágreinaðar. 

Á almannaøkinum hevur onki slíkt yvirlit verið alment frammi, sum vísir, á hvørjum tænastum og hvussu hesar tillagingar eru skipaðar, hóast tað hevur verið nevnt, at meira enn 10 milliónir krónur skulu sparast á almannaøkinum til komandi ár. 

Tí hevur Eirikur Í Jákupsstovu sett landsstýriskvinnuni, Margit Stórá ein § 52 spurning, ið skal svara hesum spurningum. 

Hann spyr :

1. Hvussu stór er sparingin á samlaða almannaøkinum, og hvussu er sparingin býtt á ymisku eindirnar?

2. Hvussu nógv størv verða spard burtur, niðurløgd, ikki sett aftur ella niðurraðfest (ársverk)?

3. Hvussu fer tillagingin at ávirka tænastur, brúkarar, bíðilistar og annað. 

Tað er umráðandi at fáa greiðu á hvussu sparingarnar raka, sigur Eirikur Í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi.