Fuglafjarðar kommuna
Kunngerð um býráðsfund, Í Støð 5, hóskvøldið 29. oktober 2026, kl. 19.00
Býráðsfundur verður í býráðssalinum Í Støð 5, hóskvøldið 29. oktober 2026, kl. 19.00 við hesari dagsskrá:
- Broyting í byggisamtykt fyri matr. nr. 143ch í Fuglafirði(verður viðgjørt av nýggjum)
- Broyting í byggisamtykt, vinnuøki til lættari vinnu á Kambsdali (verður viðgjørt av nýggjum)
- Broyting í byggisamtykt “vesturi á fløtum” Innandalsvegur (nýggj útstykking)
- Broyting í byggisamtykt fyri matr. nr. 477a (vestanfyri Fuglafjarðar skúla)
- Broyting í byggisamtykt fyri matr. 211 r í Fuglafirði (verður viðgjørt av nýggjum)
- Umsókn um frávik í til byggiloyvi til matr. nr. 526 í Fuglafirði
- 2. viðgerð av eykajáttan – oktober 2026
- Uppskot um yvirtøku av landsvegi á Hellunum
- Uppskot um keyp av lendi til bygging (matr. nr. 777a og 128a)
- Uppskot um keyp av lendi til bygging (matr. nr. 46a)
- 1. viðgerð av fíggjarætlan 2027