EB/Streymur skrivar:
Jóanes Eyðfinnsson Davidsen hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við EB/Streym. Sáttmálin er galdandi til og við 2028.
24 ára gamli eiðismaðurin hevur higartil spælt 106 dystir fyri EB/Streym. Jóanes fekk sínar fyrstu minuttir í 2020, sum bert 17 ára gamal, tá hann bleiv innskiftur í steypadysti móti NSÍ. Síðani 2023 hevur hann verið fastur maður millum stengurnar.