Tíðindaskriv/Sambandsflokkurin
Góðu sambandsfólk,
Leygardagin 31. Oktobur verður árligi heystfundurin, har øll sambandsfólk eru hjartaliga vælkomin.
Nú, meir enn eitt hálvt er síðan fólkatings- og løgtingsvalini vóru, er heystfundurin eitt gott høvi fyri sambandsfólk at savnast um flokkin og viðgerða politisku støðuna.
Tað er umráðandi at vit varðveita sambandið okkara millum, soleiðis at flokkurin er væl umboðaður kring oyggjarnar.
Á skránni eru upplegg frá formanni floksins, Bárði á Steig Nielsen, umframt onnur viðkomandi evni, sum ivaleyst birta undir eitt gott og sakligt kjak millum sambandsfólk.
Fundurin verður hildin í hølunum Panorama hjá Hotel Hafnia.
Dyrnar opna kl. 08.30, har morgunmatur verður at fáa.
Fundurin byrjar kl. 09.00 og heldur á til kl. 12.00, tá døgurði verður at fáa.
Møtið fjølment.
Sambandsflokkurin
