Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.10.2026 09:20

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

Landsbanki Føroya

Yvirskotið eftir skatt hjá føroysku bankunum í fyrra hálvári 2026 var um 286 mió. kr. tilsamans. Hetta er eitt vet minni enn fyri fyrra hálvár 2025, tá tað vear 320 mió. kr. Í fyrra hálvári 2026 hevði Betri Banki hevði eitt yvirskot eftir skatt á 141 mió. kr., Føroya Banki 125 mió. kr., Norðoya Sparikassi 18 mió. kr. og Suðuroyar Sparikassi eitt yvirskot á 2 mió. kr., sí mynd 1.

Avskrivingar og tap

Upphæddin, sum føroysku bankarnir tilsamans hava sett av til møgulig tap í 2026 svara til 3,5% av útlánunum til vinnukundar, og møgulig tap av hesum útlánum í 2026 vísa seg ikki fyrr enn í komandi árum. Í 2025 vóru tapini hjá føroysku bankunum av útlánum til vinnukundar 0,0% av samlaðu útlánunum.

Tá tað kemur til húsarhaldini hava peningastovnarnir sett 0,7% av ímóti tapi burturav samlaðu útlánunum til húsarhaldini í 2026, og tapini av útlánum til húsarhald vóru 0,1% í 2025, sí mynd 2 og 3.

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.