Fríggjakvøldið tann 6. november kl. 21.00, kunnu ung sum eldri, koma á konsert við bólkinum Wolfgang í Gulu smiðju.
Bólkurin Wolfgang kom fram sum partur av føroysku rokk-rørsluni í nítiárunum og skein bjart til ljósið sløknaði fyrst í 00’unum.
Limir í bólkinum hava seinni sett teirra fingramerki á heimstónleikin við Týr og spælt runt landið í ymsum samanhangum.
Vinarlagið millum limirnar og felagsskapurin í bólkinum hevur tó altíð verið har og fyri stuttum komu teir við síni fyrstu heildarútgávu, sum ber sama navn sum bólkurin. Síðani hava teir spælt nakrar konsertir og til býarskáan í Runavík 6.11.26 eru vit so heppin at hava fingið teir í Gulu smiðju! Tað verður standikonsert, hart og beint á!
Atgongumerki á 200 kr fáast á atgongumerki.fo og við dyrnar. Ung undir 18 sleppa inn fyri 100 kr.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Økistónar hava stuðlað konsertini.