Myndir: Eliesar Jakobsen
Kl.:22:00 í gjárkvøldi, 25. mars boðaði skiparin umborð á Túgvusteini, at teir høvdu trupulleikar við róðrinum, og spurdi um sleip til lands.
Túgvusteinur var til fiskiskap, góðar 38 fjórðingar vestanfyri Sandoynna.
Brimil var hjá Túgvusteini ein tíma aftaná, og byrjaði at sleipa hann til Tórshavn, har teir nú fara at umvæla brekið á róðrinum.


