Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.10.2026 14:55

Bókaútgáva: Flina og Fluksi

Tíðindaskriv

Í dag er barnabókin Flina og Fluksi, sum Petur Mohr Reinert hevur skrivað og myndprýtt útgivin av forlagnum Tyrpa.

Bókin er tann fyrsta í eini røð á 12.

Ætlanin er at geva einar tvær út um árið.

Petur gav sína fyrstu skaldsøgu Hevnd út. Tann næsta í tí triologiini kemur fyrst í komandi árið.

Flina og Fluksi eru tvær fittar momlur. Momlur eru smáar verur sum líkjast trøllum.Tær síggja heilt fittar út, og eru tað eisini. Tær koma úr fjøllunum í Noreg, og tær komu til Føroya við einum skipi, sum skuldi til Íslands. Veðrið var so ringt, at tað var ein ógvuslig og vandamikil ferð. So tær gjørdu av at fara av í Føroyum. Momlur uppliva eina rúgvu. Og meira tær uppliva, meira læra tær.

Útsøluprísurin er 220,- kr. eintakið.

Spjaldur