Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.10.2026 11:28

Vit innflyta arbeiðsloysi

Lesarabræv

Hvørja meining gevur tað, at innflyta eina rúgvu av útlendskari arbeiðsmegi, bara fyri at tey eru í fiskavirkisskipanini ein stóran part av tíðini?

Nú nærkast vit okkum at helvtin av teimum, sum eru í skipanini, eru útlendingar. Og tað eru eg og tú sum rinda fyri tað.

ALS kom í verðina fyri at vera eitt trygdarnet hjá arbeiðandi føroyingum. Nú hevur hon ment seg til eina stuðulsskipan hjá fiskavirkjum og útlendingum.

Arbeiðsleysir útlendingar í Føroyum skulu ikki í ALS. So mugu arbeiðsgevarar heldur byrja at rinda teimum eina fasta løn, ella mugu teir fara heim aftur.

Bjarni Kárason Petersen

Løgtingsmaður