Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.10.2026 01:11

Eldur í bili í Norðoyatunlinum

Trygdarvenjing í Norðoyatunnlinum í September 2025. Mynd: Eyp.fo

Løgreglan upplýsir, at stutt áðrenn miðnátt til leygarkvøldið kom ein fráboðan um, at eldur var í einum bili í Norðoyatunlinum.

Løgreglan skrivar soleiðis:

Uml kl. 23.41 fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum bili í Norðoyatunlinum. Tunnilin var stongdur beinanvegin, og sløkkilið var sent á staðið. Eldurin er sløktur, og arbeitt verður við at fáa bilin úr tunlinum. Sløkkiliðið er í gongd við at køla staðið, har eldurin var. Væntast kann, at tunnilin er stongdur í ein tíma afturat. Nærri boð fáast sum skjótast.

Dagført kl. 01.48: Tunnilin verður opnaður nú fyri at fáa allar bilarnar sum standa í kø ígjøgnum. Bilførarar verða bidnir um, at koyra varliga. Bert tað eina sporið verður nýtt, og fyrst verður koyrt úr Leirvík.




Spjaldur