Tíðindaskriv
KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir skipa fyri eini sangskrivarakapping, har leitað verður eftir oyggjaleikasanginum 2027 – sanginum, sum skal seta ljóð á oyggjaleikir í Føroyum summarið 2027
Tríggjar virðislønir verða latnar:
1. virðisløn: 40.000 krónur
2. virðisløn: 20.000 krónur
3. virðisløn: 10.000 krónur
Freistin at senda sang inn er 1. desember 2026. Vinnarasangurin verður frumframførdur á Ítróttafagnaðinum 6. februar 2027.
Treytir fyri luttøku
- Sangurin skal vera eitt nýtt, upprunaligt verk, sum ikki áður hevur verið alment spælt ella útgivið.
- Sangteksturin skal snúgva seg um oyggjaleikir og ítrótt. Onnur evni kunnu eisini flættast uppí.
- Føroyska málið skal vera berandi í sanginum.
- Allar sangrøddir skulu vera framførdar av menniskjum.
- Sangurin skal vera so liðugur sum gjørligt, tá ið hann verður latin inn.
- Luttakarin/luttakararnir skulu eiga øll rættindi til orð, lag og upptøkur.
- Hvør luttakari kann í mesta lagi senda ein sang inn til kappingina.
- Dómsnevndin tilskilar sær rætt til í samráð við vinnaran at gera neyðugar broytingar í framleiðslu og ljóðblanding og at mastera sangin av nýggjum.
Innsending
Hvør sangur skal sendast sum ljóðfíla við Wetransfer og vera so liðugur, sum gjørligt.
Hvør sangur skal sendast sum ljóðfíla í MP3-, AIFF- ella WAV-formati saman við teksti og viðkomandi upplýsingum.
Tilfarið skal sendast til t-postin sangkapping@kvf.fo í seinasta lagi 1. desember 2026.
Døming
Ein dómsnevnd, ið KVF, Oyggjaleikir og ÍSF í felag seta, velur teir tríggjar sangirnar, sum fáa virðisløn. Í dømingini verður dentur lagdur á lag, tekst og hvussu sangurin hóskar sum oyggjaleikasangur.
KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir gleða seg til at hoyra uppskot til Oyggjaleikasangin 2027.
Meira fæst at vita um Oyggjaleikir her: https://www.faroeislands2027.fo/