Tíðindaskriv/Sambandsflokkurin
Fyrsta fíggjarlógin hjá ABC samgonguni er nú løgd fram, og útlitini eru góð fyri føroyska samfelagið.
Tað hevur havt týdning fyri allar samgonguflokkarnar, at vit samstarva um stórmál, soleiðis at vit kunnu fáa ein skynsaman búskaparpolitikk. Og tað hevur givið úrslit – Yvirskot á fyrstu fíggjarlógini!
Fleiri skilagóð átøk eru á fíggjarlógini, ið slóða fyri, at breitt samstarv gevur úrslit.
“Vit í Sambandsflokkinum fegnast um, at markið fyri mótrokning í fólkapensjónini hækkar í 2027,” sigur Helgi Abrahamsen, tingbólkaformaður og formaður í Fíggjarnevndini. “Hetta var eitt av okkara vallyftum til løgtingsvalið í vár, og vit hava lagt stóran dent á, at fáa tað at virka so skjótt sum til ber,” sigur hann.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá á tíðindafundinum í dag, at uppskotið hjá Sambandsflokkinum, um at hækka markið fyri mótrokninga av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum úr 61.900 krónum upp í 300.000 krónur, kemur í tingið í vetur.
Sambandsflokkurin