Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og regn. Seinnapartin minkar vindurin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Tað klárnar og sum frá líður slítur í. Fyrrapartin í morgin frískan vind upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.
Sólarris: 07:30 Sólsetur: 19:02