Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.
Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Í kvøld dregur hann á luftina og móti morgni fer at regna. Fyrrapartin í morgin frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 7 til 12 stig.
Sólarris: 07:27 Sólsetur: 19:05