Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.09.2026 08:07

Veðrið: Mánadagin 28. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Tá líður á seinnapartin minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og í kvøld gongur hann niður í sunnan. Í nátt klárt ella smáskýggjað. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, klárt ella smáskýggjað við sólglottum og turt. Hitin 8 til 12 stig.

Sólarris: 07:25 Sólsetur: 19:08