Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.09.2026 14:47

Fundur í Føroya Váðaráði 21. september 2026

Savnsmynd. Eyp.fo

Landsbanki Føroya

Føroya Váðaráð hevur hildið 35. fundin. Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 6,6 % í juli 2026, og tað eru serliga økt útlán til privatu vinnuna og húsarhald, sum hava togað útlánsvøksturin upp. Virksemið í føroyska búskapinum er framvegis stórt. Búskapurin er millum annað eyðkendur av lágum arbeiðsloysi og hækkandi bústaðarprísum. Váðaráðið leggur til merkis, at hetta kann vera tekin um, at sykliskir systemiskir váðar eru í umbúnað, men Váðaráðið sær ikki greið tekin um, at systemiskir váðar eru í ferð við at taka seg upp í føroyska bankageiranum.

Tað er framvegis framgongd í føroyska búskapinum. Lønargjaldingarnar og talið av starvsfólki eru vaksandi, arbeiðsloysið er lágt, og avlop er á handilsjavnanum. Inflatiónin øktist í øðrum ársfjórðingi 2026, og tað stavar serliga frá hægri oljuprísum, sum í fyrsta lagi er ein avleiðing av stríðnum í Miðeystri. Inflatiónin í Føroyum hevur annars verið støðugt minkandi síðani 2023. Fyri at tálma inflatiónstrýstinum í Evropa hevur Evropeiski Miðbankin, ECB, hækkað rentuna tvær ferðir higartil í 2026, og føroysku bankarnir fara at hækka sínar rentur samsvarandi.

Økt inflatión og rentur eru við til at minka um keypiorkuna hjá føroysku húsarhaldunum. Hagtølini fyri kortnýtslu vísa, at nýtslan í fyrra hálvári 2026 hevur verið eins stór og til tíðir størri, enn í fyrra hálvári árið fyri. Ein minkað keypiorka hjá húsarhaldunum kann tó fara at tálma nýtsluna komandi tíðina.

Sethúsaprísirnir eru í fleiri ár á rað øktir skjótari, enn tøka inntøkan hjá húsarhaldunum. Avmarkaða útboðið samanborið við stóra eftirspurningin eftir bústøðum, er við til at trýsta prísirnar upp. Bústaðarprísirnir eru øktir í stórum pørtum av landinum í fyrra hálvári 2026 samanborið við miðalprísin í 2025. Miðalprísurin var 7% hægri í fyrra hálvári 2026 fyri sethús í Tórshavn samanborið við í 2025. Í størri bygdunum fall miðalprísurin við 4% í fyrra hálvári 2026, meðan hann í smærru bygdunum og í Suðuroy/Sandoy vaks við ávikavist 17% og 21% samanborið við miðalprísin í 2025. Á summum økjum eru so mikið fáar sølur, at einstakar sølur kunnu toga miðalprísin upp, og tí eru tølini heft við óvissu. Seinastu áleið fimm árini eru fleiri íbúðir bygdar og seldar, enn áður. Í størru bygdunum var miðalprísurin á íbúðum hægri, enn miðalprísurin fyri sethús í fyrra hálvári 2026.

Samlaði útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 6,6 % í juli 2026 roknaður sum eitt 3 mánaða glíðandi miðaltal samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Útlánsvøksturin hevur verið minkandi síðani desember 2025, tá hann var 9,3%. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum var 8,7% til húsarhaldini í juli 2026 samanborið við árið fyri. Húsarhaldini læna fyrst og fremst til bústaðarfígging. Í útlánskanningini svara føroysku bankarnir, at teir hava upplivað øktan eftirspurning eftir fígging frá húsarhaldunum í øðrum ársfjórðingi 2026, og at teir somuleiðis vænta vaksandi eftirspurning í triðja ársfjórðingi 2026.

Útlánsvøksturin í føroysku bankunum til privatu vinnuna, uttan almennu feløgini, er framvegis høgur. Hann var 9,5% í juli 2026 samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Útlánsvøksturin til privatu vinnuna hevur tó verið minkandi síðani mai 2026. Útlán til privatu vinnuna eru heft við størri váða enn útlán til almenna geiran. Bankarnir hava millum annað veitt fígging til vinnugreinar innan fiskiveiðu, sjóflutning, gisti- og matstovuvinnur og fastogn. Í útlánskanningini svara bankarnir, at teir hava upplivað størri eftirspurning eftir fígging frá vinnuni í øðrum ársfjórðingi 2026, og at teir somuleiðis vænta øktan eftirspurning í triðja ársfjórðingi 2026. Bankarnir svara harumframt, at rentuhækkingar kunnu fara at gera fíggjarligu støðuna hjá vinnuni verri tað komandi tíðina.

Útlánsvøksturin frá donskum bankum til føroysku vinnuna tilsamans (bæði privatar og almennar fyritøkur) var 30% í juli 2026, og er tískil við til at toga samlaða útlánsvøksturin upp hjá føroysku og donsku fíggjarstovnunum. Útlánini frá donskum bankum til føroysku vinnuna tilsamans vóru nærum 1 mia. kr. í juli 2026, meðan útlánini frá føroysku bankunum til vinnuna vóru 7,6 mia. kr. Tað eru fyrst og fremst privatu fyritøkurnar, sum hava skuld í føroysku bankunum (7,1 mia. kr. í juli 2026), meðan almennu feløgini høvdu lán fyri nærum 500 mió. kr. í føroysku bankunum.

Samlaði útlánsvøksturin hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnum var 7,4% í juli 2026, mátað sum eitt 3-mánaða glíðandi miðaltal samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Útlánsvøksturin stavar bæði frá útlánum til privatu vinnuna, húsarhald og kommunur. Kommunurnar skyldaðu tilsamans 1,8 mia. kr. í føroysku bankunum og 400 mió. kr. í donskum peninga- og realkredittstovnum í juli 2026.

Innlánsvøksturin hjá húsarhaldunum var 8,1% í juli 2026, mátað sum eitt 3-mánaða glíðandi miðaltal samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Hetta merkir, at innlánini vaksa eitt vet meira enn lønirnar. Samlaða innlánsyvirskotið í føroysku bankunum, íroknað deildina hjá Føroya Banka í Grønlandi, var 4 mia. kr. í juli 2026.

Føroya Váðaráð sær ikki greið tekin um, at systemiskir váðar eru í ferð við at taka seg upp í føroyska bankageiranum. Útlánsvøksturin hevur verið minkandi í 2026, men hann er framvegis lutfalsliga høgur. Virksemið í føroyska búskapinum hevur verið stórt í fleiri ár á rað, og búskapurin er eyðkendur av lágum arbeiðsloysi og framhaldandi vaksandi bústaðarprísum, sum kunnu vera tekin um, at sykliskir systemiskir váðar eru í umbúnað. Geopolitiski ófriðurin er harumframt við til at trýsta orkuprísirnar og inflatiónina upp, og harvið eisini rentustøðið. Føroya Váðaráð heldur framvegis eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Onnur evni

Føroya Váðaráð hevur kunnað seg um hálvársroknskapirnar hjá bankunum og staðfestir, at tapini og niðurskrivingarnar hjá bankunum eru lágar, og at allir fýra bankarnir lúka krøvini í eftirlitsdiamantinum hjá Fíggjareftirlitinum. Føroya Váðaráð hevur harumframt kunnað seg um partin av innlánunum hjá føroysku húsarhaldunum, sum eru tryggjaði av innskjótaratrygdargrunninum.

Harumframt hevur ráðið fingið kunning um nýggju frágreiðingina hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiska haldførið og tilmælini hjá ráðnum til politisku myndugleikarnar hesum viðvíkjandi.

Privata eftirlønaruppsparingin hjá føroyingum í føroyskum pensjónsfeløgum og bankum var tilsamans 12,4 mia. kr. við ársenda 2025. Harav áttu menninir 7,3 mia. kr. og kvinnurnar 5,1 mia. kr. Harumframt høvdu føroyingar eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum fyri áleið 3,2 mia. kr. við ársenda 2024. Um samansparingin í Danmark var eins stór í 2025, sum í 2024, svarar samlaða privata eftirlønaruppsparingin til 15,6 mia. kr. ella 53% av BTÚ í 2025.

Roknskapirnir hjá báðum pensjónsfeløgunum og teimum báðum tryggingarfeløgunum í Føroyum vórðu eisini gjøgnumgingnir, og Váðaráðið staðfestir, at solvensurin í øllum fýra feløgunum er góður. Harumframt vórðu tey 10 størstu vinnuútlánini hjá hvørjum av teimum fýra føroysku bankunum gjøgnumgingin.