Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.09.2026 07:11

Veðrið: Mikudagin 23. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður, sum frálíður skiftandi skýloft, sólglottar, og longri millum ælini. Seinnapartin framvegis lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað og bert okkurt ælið. Hitin í dag 8 til 12 stig.
Í nátt veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk og lækkar sum frálíður niður í sunnan, 8 til 13 m/s. Tað dregur á luftina til skýggjað og okkurt ælið. Hitin í nátt 5 til 10 stig.
Fyrrapartin í morgin sum frálíður hvassur vindur ella skrið av landsynningi-sunnan, 15 til 20 m/s. Samdrigið og sum frálíður regn, í støðum grovt regn. Hitin 8 til 12 stig.

Sólarris: 07:12 Sólsetur: 19:25