Tíðindaskriv/ Unga Tjóðveldi
Eykaaðalfundur var í Unga Tjóðveldinum tann 9. september, har nýggj nevnd og formaður vóru vald. Í hesum sambandi vilja vit eisini takka Jóhannisi Erlendssyni fyri sítt góða arbeiði sum formaður í Unga Tjóðveldinum og ynskja Sjúrði Eliasi Heinasyni Eysturoy blíðan byr.
Í nevndini eru:
Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, formaður
Ásgerð Stenberg Olsen, næstforkvinna
Tummas Árni Dam Christophersen, kassameistari
Gunna Johannesen, skrivari
Jóhannis Erlendsson, altjóða umboð
Ria Bech Joensen, nevndarlimur
Janus Bech Joensen, nevndarlimur
Jónas McBirnie, nevndarlimur
Luna Klein Joensen, nevndarlimur
Tiltakslimir eru Marta Djurhuus og Tóra Tróndardóttir Bærentsen.
Vit fegnast um at hava eina fjølbroytta nevnd við umboðum úr meginpartinum av landinum, og við javnstøðu. Vit eru klár til miðvíst at arbeiða fyri, at Tjóðveldi hevur unga umboðan, og at ung tjóðveldisfólk hava ein sterkan felagsskap, har tey kunnu menna sínar politisku hugsjónir í.
Vit vilja vera eitt ungmannafelag, ið er sjónligt í almenninginum og talar at, tá ið ymisk ikki fer rætt fram. Vit gleða okkum at fara til verka, og vit herða stríðið fyri loysing og loysingarsinnaðum ungdómi!