Tíðindaskriv/Sprotin
Tann ógreinandi tilveran, tann stóra gloymskan og lendið í Minninum. Sprotin skipar aftur fyri Orð og tónum í reinsarínum hóskvøldið 24. september.
Skráin er henda:
Arnbjørn Dalsgarð gevur út stuttsøgusavn, har enki er sum tað tykist vera. Tú verður konstant snýttur. Av sansunum, fordómunum og fortreytunum. Savnið eitur Kann eg vera títt barn?
Hans Jacob Kolslíð prátar við Arnbjørn.
Hanna Andreassen hevur skrivað bók um at standa einum menniskja nær, sum líðandi er farið at gloyma. Um ein pápa, ið broytist – og um eina dóttur, sum lærir at bera sorgina, áðrenn hon missir. Bókin eitur Babba og gloymskan.
Durita Fagradal Augustinussen tosar við Honnu.
Tollaksmessudag 23. desember í 2023 fylti Bárður Jákupsson 80 ár og skipaði fyri stórari framsýning, sum umboðaði mongu tættirnar í hansara listaliga avriki. Níggju listakøn fólk hava skrivað um hvør sín part av stóra avrikinum. Kinna Poulsen hevur samskipað verkið, sum eitur Lendið.
Uni Holm Johannesen tosar við Bárð og Kinnu.
Tónleikur: Ása Helena Brynjarsdóttir
Kom oman í Reinsaríið tann 24. kl. 20. Set teg afturá, fá tær okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njót tónleikin.
Nýggju bøkurnar fáast við avsláttri.